2018-01-28 19:31

Tað eru fimm føroyskt skip, ið royna við línu á Flemish Kap í løtuni, tey hava øll landa einafer í Ray Roberts, samlaða veiðan ið føroysku skipini landaðu har yvri var 1.195 tons.
Seinastu fimm dagarnar hava øll skipini so verið úti aftur á Flemish Kap, og sigast kann ikki annað enn, at tey fiska væl. Veiðan liggur millum 110 til 128 tons um dagin hjá teimum fimm skipunum. Fyri hvørt skipið sær, so hevur veiðan ligið millum 13,4 tons til 28,5 tons.
Á uppgjørdu tølunum, sum eru latin Vørn sæst, at nú er minni enn 1/5 partur eftir at fiska. Skipini hava nú fiska 2.016 tons av kvotuni sum er 2.492 tons.
Klakkur hevur fiska mest, teir hava fingið 458 tons higartil.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald