Í desember í ár skipar 6. flokkur í Sørvágs Skúla, teirra foreldur og lærarar, fyri stórum jólatiltaki á flúgvarabedingini við Sørvágsvatn.
Tiltakið, sum hevur fingið heitið ???Jól við Vatnið???, verður kl. 17, tann besta dagin til veður eftir 15. desember. Júst hvønn dag tað verður, verður lýst seinni.
Tiltakið er ætlað øllum børnum og familjum í Vágum, og eru øll onnur eisini hjartaliga vælkomin.
Klokkan 17 loysa jólabátarnir frá Bøsdalsfossi og seta kósina ímóti flúgvarabedingini. Meðan hesir vælskrýddu bátar sigla ímóti landi, verður live jólatónleikur framførdur á pallinum, samstundis sum børn og foreldur, bjóða kaffi og vaflir, og pylsir og sunkist til øll, sum eru komin at njóta hesa løtu. Tá jólabátarnir leggja at, syngja øll sum eru møtt upp, ein vakran jólasang fyri jólamonnunum.
Tá jólamenninir eru komnir uppá land, bjóðar borgarstjórin í Sørvágs Kommunu, Aime Jacobsen jólamonnunum vælkomnar og høvuðsjólamaðurin takkar fyri, og syngja teir tveir stuttligar jólasangir, saman við øllum børnunum.
Síðani syngur 6. flokkur teirra nýggja jólasang, sum tey hava innspælt í studio nýliga.
Meðan tiltakið verður, ber til at hugna sær og njóta kaffi, vaflir, pylsir o.a. gott.
Løtan endar við at øll syngja Gleðilig Jól og jólamenninir deila jólapakka út til øll tey børnini, sum eru møtt upp.
Tað er 6. flokkur í Sørvágs Skúla, sum stendur fyri hesum tiltakinum. Um miðan november geva tey eina fløgu út, við seks sangum, sum tey hava sungið inn. Til ber at hoyra 6. flokk syngja teirra nýggja jólasang á hesum tiltaki, og til ber eisini at ogna sær hesa fløgu niðri á flúgvarabedingini, siga fyriskipararnir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald