2018-05-28 16:02

Í sambandi við vísindaligar rannsóknir av makrelstovninum í summar, søkir Havstovan eftir nótaskipi at gera rannsóknirnar, sum verða fíggjaðar við granskingarkvotu. Upp til 1.900 tons av makreli eru sett av at fíggja rannsóknirnar. Kvotan kann fiskast í føroyskum ella altjóða sjógvi, og verður latin sum egin árskvota sambært § 61 í lógini um fyrisiting av sjófeingi í 2017, sí leinkju niðanfyri.
Freistin at søkja er fríggjadagin 8. juni 2018 við telduposti til [email protected]
Les alla lýsingina her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald