Mentan

Skapan á Fólkaháskúlanum

...

2016-12-07 08:47 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Á Fólkaháskúlanum hvørt hálvár eru skapan og list í hásæti ígjøgnum hendurnar á teimum næmingum, sum hava meldað seg til hesiautentiskuskeið, sum skúlin bjóðar bæði føroyingum og okkara grannum.

Núverðandi heystskeið var heldur onki undantak, og í farnu viku legði listamaðurin Eli Smith næmingunum lag á í at gera brotamyndir, bæði í lítlum og stórum formati.

Hvør næmingur fekk nú ein part av einum litríkum ormi at prýða við gimsteinum úr allari verðini, og omaná gjørdu tey sær myndevni í formi av speglum og undirløgum. Kendi teknarin Janus á Húsagarði var eisini mitt í rokanum, og fotomyndir síggast her av prosessini, sum jú er líka viktig sum úrslitið.

Tann tiltikna kosmopolitiska háskúla-slangan á garðinum uttanfyri bleyv avdúkað seinasta fríggjadag, og síðan feiraðu íslendingar, norðmenn og føroyingar hetta bragd við kakai, bollum og fløta, tosandi enskt, íslendskt, norskt og føroyskt hvørt um annað í røttum háskúlaanda.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder