Sekstanda útgávu við Skakandi tilburðum er nú komin. Aftur í hesari bókini eru fleiri frásagnir um ymiskar skelkandi hendingar, sum okkara landsmenn hava verið úti fyri. Vit hava verið rundtúr nærum á hvørjum tanga og lýtt á meðan landsmenn okkara væl hava greitt frá. Í hesi bókini eru hendingar heilt sunnan úr Sumba og norður á Viðareiði. Søgurnar í bókunum eru spennandi, áhugaverdar, óhugnaligar, syrgiligar og tankavekjandi. Flestu hendingar eru á sjónum, men eisini hendingar undir rakstri, úr ferðsluni og uttanlanda.
Í alt eru 13 hendingar ymsa staðni úr landinum.
Les um:
- sumbing, sum fór á glið í brattlendi, men urreimin bjargaði honum
- vestmenning, sum var einsamallur í báti og slongdist fyri borð
- klaksvíking, sum varð tikin til fanga í Persiska flógvanum
- fuglfirðing, sum fekk varandi mein, tí seyður leyp út fyri bilin
Nógvar myndir eru í bókini, umframt ein tekning til hvørja frásøgu, sum vísir hendingina.
Bókin er 134 blaðsíður og kostar kr. 259,-.
Rithøvindur: John Myllhamar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald