Mentan

Sjúrður: Tórsfest var allarhelst besti festivaldagurin í Føroyum nakrantíð

...

2016-07-24 20:00 Author image
Hørður Hentze Johansen
placeholder
Í gjár var Tórsfest á skránni, og í tí sambandi hittu vit festivalgestin Sjúrð Niclasen, sum vit settu nakrar spurningar.

Hvat heldur tú um Tórsfest?
- Eg haldi at Sean Kingston skuffaði, men Terji Rasmussen hann er fantastiskur. Eg haldi at Terji og Carpark North var tað besta ið Tórsfest hevði at bjóða. Eg haldi at nøvnini ið Tórsfest hevur samla saman í ár, er nokk tað besta ið hevur verið í Føroyum, sjálvt um Sean Kingston skuffaði.

Hvat heldur tú um umstøðurnar? 
- Eg haldi at pissistaði er sera gott, men eg haldi at økið er ov lítið, og at tað eru ov nógv fólk, sum ger at tað er sera trongt, segði 19 ára gamli havnadrongurin við JN.fo í nátt.

Sí eisini: 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder