2017-08-08 18:53
Tann persónurin, sum oftast hevur staðið á stóra palli á Vágsbøi, er Sjúrður Skaale, sum nú verður frásøgumaður á Summar Festivalinum fyri tólvtu ferð.
Sjúrður Skaale hevur gjøgnum árini presenterað bólkar sum Roxette, Twisted Sister, Westlife, Kim Larsen, Ronan Keating og nógvar aðrar.
??? Tað er blivið fastur partur av mínum summari at vera frásøgumaður á Summar Festivalinum. Eg skal mála nøkur vindeygu, pussa knapparnar til føroysku klæðini, steinkja nakrar pylsur, og so skal eg eisini á Summar Festivalin, sigur Sjúrður Skaale.
??? Tað er stuttligt at vera frásøgumaður á Summar Festivalinum, tí fólk eru positiv og í góðum lag, og so er eisini spennandi at møta artistunum, sum skulu á pallin, sigur hann.
Sjúrður Skaale hevur ofta upplivað, at stóra fjøldin á Vágsbøi rópar, tá ið hann hevur kunngjørt eitt navn.
??? Tað er ein øgilig megi, tá ið 10.000 fólk skrála inn á pallin, og eg skilji væl tónleikarar, sum verða bundnir at tí, sigur hann.
Her ber til at síggja video-samrøðu við Sjúrð Skaale, har hann eisini greiðir frá, hvør minniligasta løtan á Summar Festivalinum hevur verið:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald