Stórsteypadystirnir í hondbólti og fótbólti eru við til at gera tað umvegis Lions Club í Føroyum møguligt hjá føroyskum sjúklingum niðri at njóta løtur uttandura við góðari lívd
Hvørja ferð bestu hondbólts- ella fótbóltsliðini frá undanfarna kappingarárinum spæla sínar stórsteypadystir, fer ágóðin til eitt vælgerðarendamál. Í ár er tað Sjúklingarhotellið Tórshavn í Keypmannahavn, ið kann njóta gott av einum góðum íkasti frá hesum dystum.
Dystirnir hjá kvinnum og monnum um Lionsbikarið í hondbólti, sum vóru í fjør, og dystirnir hjá kvinnum og monnum um Stórsteypið í fótbólti, sum vóru í vár, savnaðu tilsamans so mikið av pengum saman, at Lions Club í Føroyum í vikuni kundi lata sjúklingahotellinum 80.000 krónur.
??? Hesar pengarnar fara til nýggjar markisur, vit fara at seta upp í stovuhæddini hjá okkum, so sjúkligarnir kunnu fara útum at njóta sólina í góðveðri, men samstundis sita í lívd, segði Lene Hallig, stjóri á Sjúklingahotellinum Tórshavn í Venøgade í Keypmannahavn, tá ið hon tók ímóti pengunum.
Kunnu njóta sólina
??? Markisurnar kosta einar 138.000 krónur, so íkastið frá Lions upp á 80.000 krónur munar væl, nú vit skulu gera hesa íløguna í trivnaðin á sjúklingahotellinum. Føroyingar eru glaðir fyri sólina og teimum dámar væl at sita uttandura, og við nýggju markisunum fer tað at bera sera væl til, segði hon.
Lions Club í Føroyum skipar fyri stórsteypadystunum í bæði hondbólti og fótbólti, og hesir føstu tættir undan kappingarárunum í hesum báðum ítróttargreinunum eru góð høvi at varpa ljós á mál og umstøður, har tað kann bera til at gera mun.
??? Vit frøast um, at vit kunnu vera við til at rætta eina hjálpandi hond, har tørvur er á tí, og í hesum føri valdu vit so at leggja ágóðan frá stórsteypadystunum saman, so Sjúklingahotellið Tórshavn kundi fremja batar, ið hava avgerandi týdningin fyri trivnaðin, segði Fía Petersen, økisformaður í Lions Club í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald