Mentan

Sjónleikur: Tá ið meiningsloysi er meiningin

...

2017-03-01 08:43 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Sjónleikur:

Tá ið meiningsloysi er meiningin

Ímynda tær hesa støðuna úr gerandisdegnum: tú prátar við onkran afturvið einum drekkamunni. Tað er stak hugnaligt, men ikki fyrrenn ein góð løta er farin, finna tit útav, at tit slettis ikki práta um tað sama. Ella hesa: tú ert í sosialari samveru við onnur, og prátið gongur lystiliga. ??ll tosa og koma við sínum íkasti, men ongin lurtar veruliga eftir, hvat hini siga.

Kennir tú teg aftur í nøkrum av hesum? Tað munnu nógv gera, tí hvønn dag skifta vit orð og meiningar við og um hvønn annan, men lurta vit yvirhøvur eftir hvørjum øðrum? Og skilja vit nakað sum helst?

Komandi tíðina fer Sjónleikarabólkurin í Losjan Glotti við Gøtugjógv at framføra tragi-komiska leikin ???Hin Berskølluta Sangarindan??? eftir Eugene Ionesco. Leikurin er ein heimskendur klassikari, og bæði handrit og handling eru sjáldsom við tað, at tey tykjast bert vera til at skilja, um tú skilur meiningina við meiningsloysi. Men skulu vit skilja alt?
- Leikurin er stuttligur og øðrvísi, tí meiningin tykist so meiningsleys, sigur Mariann Hansen, leikstjóri. Hon leggur dent á tey stuttligu og vælkendu elementini, sum ganga aftur í absurdu leikgongdini. - Leikurin er upprunaliga á fronskum, men her gongur hann fyri seg í heimliga nærumhvørvinum við - og nær við - Gøtugjógv, og persónarnir eru vælkendar typur úr føroyska samfelagnum. Hetta kann bæði gera handlingina eyka stuttliga og absurda, men tað kann sikkurt eisini geva áskoðaranum eitt tilknýti til persónarnar, sjálvt um teir ikki beinleiðis geva meining, sigur Mariann.

Leikararnir í ???Hin Berskølluta Sangarindan??? eru ungir og evnaríkir og lagt er upp til eina øðrvísi teaturuppliving fyri teimum, ið dáma at flenna og at práta um einki afturvið einum drekkamunni.

Hin Berskølluta Sangarindan verður frumsýndur leygarkvøldið 4. mars. ??tselt er til frumsýningina, men leikurin verður eisini sýndur sunnukvøldið 5. mars kl.19 og týskvøldið 7. mars kl.19.

Leikurin er fyri øll - børn sum vaksin, ung sum gomul, og atgongumerkini kosta 150 kr fyri vaksin og 50 kr fyi børn í aldrinum 9-14, sum eru í fylgi við vaksnum.

Atgongumerki kunnu bíleggjast á tlf. 280820, gerandisdagar kl.15-19 og millum kl. 12 og 19 í vikuskiftinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder