Mentan

Sjey næmingar fingu prógv á Rásini

...

2017-06-19 12:34 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Leygardagin fingu sjey næmingar prógv á eftirskúlanum Rásini í Saltangará. Aksel V. Johannesen, løgmaður, handaði teimum prógvini.


Nógv varð gjørt burturúr leygardagin, og tann reyða langmottan varð rullað út. Teir sjey næmingarnir, ið seinastu tvey árini hava gingið á skúlanum, fingu prógv, og sjálvur løgmaður handaði teimum prógvini.
Í síni talu til næmingarnar ynskti løgmaður hjartaliga til lukku, og hann gleddist eisini um, at næmingarnir eru mentir nógv seinastu tvey árini, og at fleiri av teimum nú fara víðari á serbreytir ymsastaðni kring landið. Hann rósti eisini starvsfólkunum á Rásini fyri teirra góða arbeiði.
Beinta Persdóttir Joensen, leiðari á Rásini, nevndi í síni talu, at næmingarnir hava ment seg nógv, og eru meiri sjálvbjargnir, enn tá ið teir byrjaðu. Fyrr fingu næmingarnir ikki persónlig-prógv, men nú fáa allir prógv. Prógvini taka útgangsstøði í serstakari skipan, sum er ment eftir sokallaðu OCN-skipanini.
Tríggir av næmingunum høvdu eisini stuttar og hjartanemandi røður, har tey takkaðu fyri tíðina og søgdu seg hava lært sera nógv.
Eitt foreldur tók orðið, og rósti skúlanum fyri at hava gjørt eitt sera gott arbeiði. Sjálv sá hon eina stóra menning í sínum barni hesi seinastu tvey árini.
Nakrir sangir vórðu sungnir, og næmingarnir sungu fyri, tá ið sokallaði tjóðsangurin á skúlanum, varð sungin. Tað er ein sangur, ið ein av lærarunum á skúlanum, Harry Knudsen, hevur gjørt.
Eftir hátíðarhaldið fingu næmingar, foreldur og onnur ein góðan bita.

Eftirskúlin Rásin byrjar aftur eftir summarfrítíðina við einum nýggjum flokki.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder