Vinna

Sjálsamt fiskaslag fingið føroysk navn - ??gnkarpi

...

2018-06-06 21:47 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Hav.fo: Í fjør fekk Havstovan ein sjáldsaman fisk, ið vit hava navngivið ?????gnkarpi???. Navnið kemur av blettinum, sum fiskurin hevur á síðuni. ?????gn??? merkir blettur við øðrum liti, serliga í ull á seyði: ?????rin var eyðkend av eini svartari øgn, sum hon hevði aftan fyri oyrað; hon hevði eina øgn niður á drunnin???. Á enskum eitur hann ???Blackspot seabream??? og ???Red seabream??? og á látíniPagellus bogaraveo.

??gnkarpin varð fingin eystanfyri tann 25. juni 2017 á position 62°39N - 06°06W, á 180 metra dýpi. Tað var Brynjálv Gert Nicolajsen úr Skopun, sum siglir við partrolaranum ???Ametyst???, ið kom við fiskinum. Fiskurin var 39,5 cm langur og vigaði 871 gramm.

??gnkarpi er fiskur, ið er av karpuættini. Hann er ikki skrásettur í føroyskum sjógvi áður. ??gnkarpi kann blíva 51 cm langur og viga 1250 gramm. Sum ungfiskur heldur hann til á grunnum vatni, frá 15-120 metra dýpi. Við aldrinum søkir hann út á djúpari vatn, heilt niður á 700 metrar.

Tað serliga við hesum fiskaslagnum er, at tað broytir kyn (hermafrodittur). ??gnkarpi er fyrst kallfiskur. Millum 2 og 7 ára aldur broytir hann kyn og verður til ein kvennfisk. Gýtingin er frá januar til juni, alt eftir breiddarstigi.

??gnkarpi finst í Eysturatlantshavi, úr Noregi til Gibraltar og suður til Cape Blanc í Mauritania. Í Miðjarðarhavinum finst hann í vestara parti. ??gnkarpi er eisini skrásettur í Íslandi.

Í Miðalhavinum verður øgnkarpi nógv veiddur. Eitt sindur verður veitt við Frankaríki, Spania og Portugal. ??gnkarpi er vælsmakkandi og er væl vælumtóktur hjá tráðufiskarum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder