
Nógv hevur verði tosað um bíleggingar á tyrlurutini hjá Atlantsflog og tað sær tíðanverri soleiðis út, at eingin sum helst áhugi er fyri at loysa trupuleikan.
Alt gott um tað ferðavinnumenning, men, men ??? alt skal verða við máta og skilið. Vit hava staðfest trupuleikar við flutningskervinum á sjógvi og landi og vit hava somuleiðis staðfest fleiri trupuleikar viðv. óskipaði ferðavinnu um alt landið eisini.
Alla staðni í heiminum verður ein sera einkult háttur nýttur til at regulera útboð og eftirspurning, og tað er nevniliga kostnaður.
Um Havnamenn kunnu geva sínum borgarum eitt borgarakort, ja so kann Aksel geva sínum landsmonnum eitt íbúgvarakort, sum greitt staðfestir, og íbúgvar kunnu njóta almennar tænastur á jøvnum føti í landinum. (Hetta er eisini góður javnaðarpolitikkur).
??tlendingar og ferðafólk annars, eiga at gjalda tað sum tað kostar, nevniliga tað sum eitt nú SSL og Atlantic longu hava útroknað, tá ið talan er um leigutúrar vm. ??? Tá er nevniliga hædd tikin fyri øllum kostnaði og eitt veruligt prísútrokningargrundarlag er til staðar.
Td. um tú sum útlendingar ynskir at nýta tyrluna til sightseeing vm. skal tú gjalda 467kr um minuttin. Hetta er hóast ikki meiri enn rímuligt og ein takstur tú evt. sært allastaðni kring heimin, um so er, at tú ynskir at keypa tær eina uppliving við tyrlu.
So ??? politikkarar, stovnar og onnur góð fólk sum dag og dagliga fáa eina samsýning til at loysa slíkar trupuleikar ??? Deal with it !
Símun Gullaksen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald