Mentan

Siloakórið og Salt jólakonsert

...

2016-12-21 09:23 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í kvøld, 21. des. kl. 20, hava Siloakórið og SALT jólakonsert í Fuglafirði.

Konsertin verður í Siloa, og tað er Eyðun á Lakjuni, sum stjórnar kórinum. Á skránni eru fyri tað mesta traditionellir jólasangir við góðum og fjølbroyttum útsetingum ??? og frálíkum solorøddum.

A capella-bólkurin SALT, sum hevði eitt framúrskarandi "comeback" í Løkshøll fyrr í mánaðinum, fer eisini at syngja nakrar sangir.

Aftan á konsertina verður ein drekkamuður at fáa, og øll eru hjartaliga vælkomin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder