Kórið í Siloa í Fuglafirði ??? vanliga kallað Siloakórið ??? fer til Íslands á sangferð í døgunum 07 ??? 10. apríl 2017
Kórið hevur verið virkið síðani 1988, og kórleiðari øll árini hevur verið Eyðun á Lakjuni. Kórið syngur eitt breitt úrval av andaligum sálmum og sangum ??? og eisini yvir í ein meira gospel-kendan stíl. Tey syngja nógv uttan ljóðføri, men eisini saman við einum væl spælandi orkestri. Eisini eru fleiri, sum syngja solo saman við kórinum.
Sangúrvalið er bæði føroyskt og útlendskt. Tey syngja eisini eina røð av egnum løgum ??? tað vil siga, løg hjá kórleiðara og øðrum limum í kórinum.
Við á ferðini verða umleið 40 sangarar og tónleikarar. Tey eru í øllum aldri ??? frá 15 ár og upp til fyrst í sjeyti árunum.
SKRÁIN Á FERÐINI ER HENDA:
Fríggjakvøldið 7. apríl kl. 20.00 syngja tey í Langholtskirkju í Reykjavík. Leygarkvøldið 8. apríl kl. 20.00 verður konsert í Hallgrimskirkju í Akranesi. Har fer eisini kórið, sum hoyrir til kirkjuna at syngja nakrar sangir.
Sunnudagin 9. apríl syngur kórið í ikki minni enn í trimum støðum: Kl. 10.00 eru tey við á møtinum í samkomuni, Filadelfia í Reykjavík, kl. 14.00 eru tey í samkomuni, Akurinn, í Nupalind 1, Kópavogi. Og síðsta staðið, tey syngja á hesi ferðini, er í Lindakirkju í Kópavogi, sunnukvøldið 9. apríl kl. 20.00.
Tey, ið kenna fólk á Reykjavíkarleiðini í Íslandi, kunnu siga teimum frá um hesa kórvitjan.
Skráin sæst á facebook-síðuni, sum eitur ???Siloa í Fuglafirði???.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald