Tað er nú váttað, at Signar í Homrum og John Johansen fara at framføra á Okkara Voxbotn 2020 tann 27. juni. Tískil verður mælt til, at tú hvílur sangrøddina væl, áðrenn leiðin gongur oman í Vágsbotn, tí tú fert uttan iva at skrála við, tá duettin framførir tey mongu hittini.
Signar slerdi seg fastan sum ein hittmakara longu í 90unum, tá hann skrivaði hitt aftaná hitt við bólkinum Kjølar. Bólkurin fylti hallirnar kring oyggjarnar og bergtók áhoyrarar við góðu løgunum. Signar hevur gávur sum fáur, at seta saman tónar og orð, sum ganga upp í hægri eind. Hesar gávur hava vit notið væl av í nærum 30 ár, og tí er tað upplagt, at hann og hansara med-listarmaður John Johansen fara at borðreiða við einari hittparada, sum fáir føroyskir tónleikarar kunnu matcha.
Tað verður rimmar veitsla, tá Dizzy Mizz Lizzy, Gulddreng, I Am, Surma og Signar og John inntaka pallin á Okkara Voxbotn 2020.
Atgongumerki fáast áebillet.fo, í Power í SMS og í Fast handlunum kring landið fyri kr. 650,-.
Okkara Voxbotn 2020 - í samstarvi við Effo, Atlantic Airways, Betri Ung, Posta, Hvonn, Bilrøkt, Power, Pepsi, Hey og Okkara.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald