Mentan

Signar: Hvat hendi har?

...

2017-08-08 08:11 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Fyrsta framførslan hjá Signari í Homrum á Summar Festivalinm var óverulig


Signar í Homrum spældi fyri fyrstu ferð á Summar Festivalinum í 2013, og tað gjørdist ein óverulig suksé hjá honum og bólkinum.

??? Vit hava mangan hugsað um ta framførsluna síðani, og tað orðið, sum vit oftast hava brúkt, er surrealistiskt, sigur Signar í Homrum um konsertina á Summar Festivalinum, tá ið hann kundi staðfesta, at hann hevði fingið veruligt gjøgnumbrot sum solistur.

??? Eftir konsertina hugdu vit bara upp á hvønn annan og spurdu, hvat hendi har?

Síðani 2013 hevur Signar í Homrum verið fastur gestur á Summar Festivalinum, og í ár skal hann spæla á Vágsbøi seint fríggjakvøldið.

??? Vit fara at geva fólki tað, tey vilja hava. Vit spæla teir góðu gomlu sangirnar, og vit spæla eisini onkrar av teimum nýggju, sum longu eru blivnir nógv spældir, sigur Signar í Homrum.

Her ber til at síggja video-samrøðu við Signar í Homrum:

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder