Hin 4. mai verður stórt stuðulstiltak í Løkshøll í Runavík til frama fyri hjálpararbeiðið hjá Neyðhjálparbussinum.
Hóskvøldið 4. maj kl. 19 verður stórt stuðulstiltak í Løkshøll í Runavík.
Tiltakið byrjar kl. 19.
Konsert verður, har Signar í Homrum fer at spæla saman við sínum bólki.
Eisini fara ??lavur Højgaard og Halgrím Miðberg at syngja og spæla - og ja, Halgrím fer eisini at spæla á steelguittarin:-)
Myndir verda vístar frá neyðhjálpararbeiði.
Í steðginum ber til at njóta ein góðan kaffi- ella temunn við onkrum góðum afturvið.
Til seinast verða lutaseðlarnir trektir - á seðlinum er ein vinningur, sum er eitt gávukort frá Effo Pf. á kr. 50.000 - gjørdir eru 200 seðlar, sum hvør kostar 1.000 kr. Onkur seðil er eftir enn, so um tú ynskir at stuðla, ber enn til at keypa seðil.
Atgongumerkir kunnu keypast á heimasíðuni hjá Løkshøll, sum erwww.loksholl.fo
Pláss er fyri 305 sitandi áhoyrarum, og vit vóna sjálvandi at Løkshøll verdur stúgvandi full:-)
Vit hava sett kostnadin til 200 kr fyri hvørt atgongumerki.
Møguleiki verður at stuðla arbeiðinum við inngongdina enn meir, um ein ynskir tað. Til ber eisini at stuðla, vid at flyta eina peningaupphædd á konto í Norðoya Sparikassa nr. 9865 306.614.7
Tiltakið varir uml. tveir tímar.
So bindiklubbar, arbeiðspláss, vinfólk og onnur: komið og njóti løtuna, og samstundis stuðla neydhjálpararbeiði.
Vit síggjast í Løkshøll.
Vinarliga vegna Neyðhjálparbussin
Jan Danielsen
tlf. 217200
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald