Mentan

Seyðurin roynist hampuliga væl

...

2018-09-29 09:58 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Nú fjøllini verða gingin er prátið nógv um hvussu seyðurin roynist, várið var gott, men summarið hevur verið so sum so - sera vátt.

Men seyðurin roynist hampuliga væl. Fleiri hava flett og lata væl at.

Hósdagin vóru teir á fjalli á Oyrareingjum, teir flettu í gjár - íalt 131 seyðir - og sagt verður, at skurðurin er hampuliga góðurl, meðalvektin er tó 2 pund minni í ár enn í fjør, í fjør var meðalvektin framúr góð, tá vigaðu lombini á Oyrareingjum 35 pund í meðal, í ár er vektin 33 pund í meðal.

Í dag verða nøkur fjøll gingin, hóast tað er stormur nógvastaðni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder