2018-10-26 19:07
Í morgin - leygardagin 27. oktober - verður seyðasýning í Sandavági, sýningin verður í nýggja stór og rúmliga seyðhúsinum í Sundsbakkanum, allir hagarnir í Sandavági uttan Slættaneshagi verða við, á Slættanesi hevur verið ókyrt allan oktober mánaða, so teir eru ikki slopnir á fjall enn - teir liggja fyri.
Á sýningini verður kaffi, køkur, breyð og súpan at fáa - øll eru vælkomin.
Vága Kommuna stuðlar tiltakið við steypum, tað verður borgarstjórin Eyðdis Hartmann Niclasen, sum kemur at handa steypini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald