Mentan

Seyðasýning í Sandavági - myndir

...

2018-10-27 19:42 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Seyðasýning hevur í dag verið í Sandavági, sýningin var í nýggja seyðhúsinum hjá Sundshaga, sum stendur við Oyragjáarvegin.

Tað vórðu 81 veðragjólingar og 3 veðrar sýnaðir, av teimum 81 veðragjólingunum fingu 20 seyðir 1. virðisløn.

Sýnismennirnir vóru: Ari Johannesen úr Kvívík, Hans Martin Andreassen úr Kvívík, Zacharias R. Jacobsen úr Leynum og Dánial úr Húsinum úr Kollafirði - sigast má, at sýnismennirnir gjørdu sær ómak, teir byrjaðu kl. 10 fyrrapartin og ikki fyrrenn klokkan var farin av 8 í kvøld var liðugt.

Vága Kommuna gav steyp til tríggjar teir bestu hagarnar, tríggjar teir bestu veðragjólingarnar og til besta veðr. Borgmeistarin Eyðis Hartmann Niclasen handaði steypini.

Hagarnir:

1. Eyðanstovuhagin 17,78

2. Rangagjáarhagi 17,08

3 Rókin 16,67

4. Gimbrahagin 16,10

5. Giljahagi 15,95

6. Syðraseyð 15,71

7. Oyragjárhagi 15,41

8. Reynshagi 13,89

9. Oknadalshagi 13,83

10. Sundshagi 13,15

11. Dalhagi 13,0

Bestu veðragjólingar:

1. Oyrargjógv

2. Rókin

3. Gimbrahagi

Besti veðrur (1 av 3.)

1. Reynshagi.

Hygg eisini HER.




Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder