Mentan

Seyðasýning í Kvívík

...

2019-10-29 15:25 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Leygardagin var seyðasýning í seyðahúsinum hjá Ognarhaganum, uppi á Símunarbrekku. Sjey hagapartar luttóku. Sýnarar vóru: Esmar Sørensen, Niels Absalonsen, Rói Absalonsen og Pætur Joensen. Íalt vóru 53 veðragjólingar og 9 veðrar sýndir. Virðislønir vóru latnar til bestu veðragjólingar nr. 1, 2, og 3. Bestu hagar nr. 1, 2, og 3. Besta veturgamla veðr. Besta eldri veðr.

Bestu veðragjólingar

1. Eigari ??ssur Andreassen, Frammi í haga

2. Eigari Monika Karstinsdóttir, Norðihagi

3. Eigari Heri Müller, Ognarhagin

Bestu hagar

1. Frammi í haga við 20,42 stigum í miðal

2. Ognarhagin við 18,85 stigum í miðal

3. Norðihagi við 17,98 stigum í miðal

Besti veturgamli veðrur

1. Eigari Johnny Joensen, Niðristova

Besti eldri veðrur

1. Eigari Tummas í Niðristovu, Niðristova

Vit takka Kvívíkar kommunu, Føroya Bjór og Okkara sum stuðlaðu tiltakinum.

Vit vilja eisini fegin takka tykkum øllum, sum komu niðan í seyðahúsið. Eisini ein tøkk til tykkum, sum hjálptu til. Stuttligt at skipa fyri, tá ið undirtøkan er so góð. 62 seyðir vóru við í ár samanborið við 53 í fjør. Sigast má at seyðaeigarar, dáma væl sýningina. ??tlanin er sjálvandi at hava sýning í komandi ári, siga fyriskipararnir.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder