2016-10-16 14:45
Sangir hjá Brynleif Hansen
Í kvøld, sunnukvøldið 16. okt. kl. 19, verður sangløta við felagssangi í Siloa í Fuglafirði.
Hetta verður ein heilt serlig løta, tí ætlanin er at syngja sangir hjá Brynleif Hansen, trúboðara, sum doyði bert 33 ára gamal í flogvanlukkuni í Mykinesi í 1970, men sum í sínum stutta lívi kortini avrikaði so nógv. Brynleif var fuglfirðingur og hevði verið 80 ár nú 11. okt., um hann hevði livað.
Samrøða verður eisini við Elsu Djurhuus, sum var kona Brynleif.
Komið og syngið við! ??ll eru hjartaliga vælkomin!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald