2018-08-02 20:52
Sunnudagin ??? 10. sunnudag eftir tríeindardag ??? hin 5. august kl. 16 verður gudstænasta í Gjónni við Gjógv. Hetta er triðja árið á rað, at skipað verður fyri hesi serligu guðstænastu. Hini bæði árini hevur undirtøkan verið framúr góð og veðrið hevur verið til vildar. Vit vóna tað sama í ár. Eiðis ljómfelag styrkt við fólki úr øðrum orkestrum fer at spæla undir gudstænastuni, og Vestmanna sangkór og sangkórið Eystanljóð fara at syngja. Somuleiðis Elsa Súsanna Dalsgarð alt-solo. Liturgur og prædikari verður Emil Olsen, sóknarprestur, í Eiðis prestagjaldi, sum Gjáar sókn eisini er ein partur av. Urguleikari verður Gudmund Mortensen, dómorganistur í Havnar kirkju ??? dómkirkjuni. |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald