Ein serframsýning um Koltur er latin upp á Tjóðsavni.
Í 2013 varð avgerð tikin um, at ein antikvarisk serskipan skuldi gerast fyri Koltur. Tí varð oyggin tikin úr festiskipanini. Framyvir verður arbeitt við at varðveita og miðla ítøkiligan mentanararv og mentanarlandsløg í Koltri, at virka fyri at varðveita og miðla óítøkiligan mentanararv í sambandi við Koltur, at skapa karmar fyri vísindaliga náttúruvernd, og at skipa varðveitingarvirksemið eftir antikvariskum leiðreglum.
Framsýningin er um tey minni, sum framvegis standa og um tað virksemið, sum einaferð var. Hesi minni eru enn mong og fjølbroytt. Framsýningin er um fornfrøðiligar rannsóknir og kanningar. Talgild 3D-miðlan av fornfrøðiligum tilfari verður eisini sýnd fram, og um fólkalívsfrøðiligar ætlanir í Koltri.
SerframsýninginKoltur, fyrr, nú og framyvirí Tjóðsavni í Brekkutúni 6 í Hoyvík er opin frá 18. mai til 15. september 2016. Høvið er hjá vitjandi at síggja allar framsýningarnar um søgu og náttúrusøgu Føroya.
Tjóðsavn og ??tisavnið í Hoyvík eru opin er hvønn dag í summar: mán.-fr. kl. 10-17 og ley. og sunn. kl. 14-17.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald