Týskvøldið 7. januar var stórur almennur fundur hildin í GR??GVUNI í Lamba. Tað var Hilda Viderø, sum hevði tikið stig til fundin, og tað var fullsett.
Hon
bjóðaði til fundar vegna felagsskapin
ÁSÁ, sum stendur fyri ???Árin av Seksuellum
Ágangi.??? Felagskapurin er stovnaður í 2009 við tí endamáli at kunna um hvat tað
ger við børn, tá tey verða útsett fyri seksuellum ágangi.
Hilda
er ein eldsál innanfyri hetta málsøkið, sum má sigast at vera eitt ógvuliga
heitt evni í dagsins Føroyum. Tað varð upplýst á fundinum, at hóast eingi
almenn hagtøl eru tøk, so kann man við rímiligari vissu siga, at onkustaðni
millum 10-20 % eru offur fyri seksuellum ágangi ??? eitt tal, sum rópar um hjálp!
og hjálp er nevniliga tað, sum Hilda og onnur við henni vildu við fundinum
týskvøldi.
Hilda
hevði áhugaverdan fyrilestur um evni, og legði upp til spurningar og tjak, og
tað varð væl tikið undir við øllum, sum varð ført fram. Spurningar og
viðmerkingar ruku um høvdini á fundarluttakarunum, sum eisini fingu høvið til
ein drekkasteðg, har evni varð víðari viðgjørt mann til mann. Tjakið var bæði
livandi og sakligt, og varpaði enn meiri ljós á málið, enn sjálvur
fyrilesturin.
Tungir fundarluttakarar
Á
fundinum vóru fleiri prestar, samkomuleiðarar, bíbliulærarar, prædikumenn,
summarleguleiðarar, stovnsleiðarar og onnur, so tað er skilligt, at tað var
eitt tungt klientel, sum Hilda helt fyilestur fyri. Tað fekk hon eisini at
royna, tá fleiri av hesum settu spurningar og komu við viðmerkingum og
ískoytum. Men Hilda, sum hevur virkað á feltinum síðani 1993, dugdi væl at
svara og leggja fram.
Hagtøl
Onkur
stovnsleiðari kom inn á, at tað eru eingi almenn hagtøl í Føroyum viðvíkjandi seksuellum ágangi á børn,
og at hetta er sera óheppi: ???Tað er sera
kostnaðarmikið at útvega kvalifiseraði hagtøl um hesi viðurskifti, men tað er
tað almenna, sum má játta pening til slíkt kanningararbeiði.???
Fyribyrging
Eisini
varð upplýst á fundinum, at støð sum Zarepta, Nesvík og samkoman Lívdin hava
gjørt vegleiðingar viðvíkjandi fyribyrging av seksuellum ágangi á teirra øki; ???men hesar vegleiðingar hjálpa lítið, um tær
verða lagdar niður í eina skuffiu,??? segði onkur.
Viðgerð
Eisini
varð upplýst til samanberingar, at alkoholikarar fáa ókeypis viðgerð, meðan
tann seksuelt skaddi ikki kann fáa ókeypis viðgerð, ???men verður viðkomandi alkoholikari, sum úrslit av seksuella áganginum,
so fær hann/hon ókeypis viðgerð, og tað vísir seg í mongum førum, at slík ofta
gerast alkoholikarar.???
Í
fyrilestrinum fingu luttakarnir eisini at hoyra, at ein út av tíggju krenkarum
eru kvinnur, og at krenkarin dugir ikki at síggja, at tað er skeivt, sum hann
ger.
Seint uppdaga
Hilda
tók sum dømi eina ferðsluvanlukku, har persónur er fyri stórum persónligum
løstum. Eina slíka vanlukku síggja og vita øll um við tað sama, og man fær
tikið hond um tann seka og tann skadda beinanvegin. Men soleiðis er tað ikki,
tá krenkarin fremur ágang á barnið. Vanlukkan hendir í einum lukkaðum rúmi, har
einans krenkarin og barnið eru til staðar. Eingin sær, eingin hoyrir og eingin
boðar frá, og vanlukkan verður ikki steðgað, men endurtekur seg aftur og aftur.
Betri kunning
Ímóti
endanum av fundinum varð skotið upp, at tað varð gjørt munandi meiri við at
geva fólkinum í samkomunum eina kvalifiseraða kunning um tær víttfevandi
fylgjurnar, bæði fyri ofrið, krenkaran og familjurnar hjá báðum, sum standast
av seksuellum ágangi á børn.
Fólkið
fór av fundinum við tí í skjáttini, at vit mugu gerast betur til at síggja,
hoyra og boða frá!
Poul Jóhan Djurhuus.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald