2019-08-06 13:01
Sunnudagin á Seinsummardøgunum verður møguleiki at fara í biograf í Virkinum.
Tað verða tvær sýningar av filminum "Fuglefangerens søn"Filmurin er tikin upp í Gásadali, og byggir á eina søgu úr bygdini.
Nú eru nógv ár síðan at tað var møguligt at fara í biograf á Sandi, og eru vit spent uppá hendan møguleikan.
Fyri at gera tað til eina rætta biograf uppliving verður eisini møguligt at keypa Popkorn og annað afturvið filminum.
Seinsummardagarnir á Sandi verða 23- 25 august
Meira kunning um skránna fæst á facebook síðuni "Seinsummardagur á Sandi"
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald