Mentan

Seeb, Eyðun Nolsøe og DJ Falkenberg í Klubbagarðinum í kvøld

...

2016-07-28 09:16 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tað verður lagt upp til tað heilt stóra brakið í Klubbagarðinum í kvøld, tá heimskendu Seeb fara at framføra. Eisini Eyðun Nolsøe og DJ Falkenberg verða partar av tiltakinum.


Kanska eru nøkur, sum ikki vita, hvør Seeb er, men tey flestu hava nokk hoyrt lagið ???I took a pill in Ibiza???, sum hevur runga í Føroyum og um allan heim seinastu tíðina.

Simen Eriksrud and Espen Berg úr Norra eru mennirnir, sum mynda framleiðslubólkin Seeb. Teir eru nú eisini byrjaðir at framføra á ymiskum festivalum og seinast var á stóra festivalinum Tinderbox í Danmark.

Teir hava fyri stuttum endurgjørt lagið ???Hymn for the weekend??? hjá Coldplay, sum verður sera nógv spælt í løtuni. Seeb mann uttan iva verða eitt tað størsta og mest aktuellu navnið, sum vitjar í Føroyum í summar.

Tiltakið í Klubbagarðinum byrjar kl. 23.30, tá Eyðun Nolsøe og DJ Falkenberg fara at undirhalda til Seeb byrjar uml. kl. 02.00

Einans 800 atgongumerki eru til sølu til tiltakið og fyrireikararnar vænta, at tað verður útselt, tí nógv er longu selt í forsølu. Atgongumerki er eisini galdandi fyri Luux alla ólavsøkuna og kunnu keypast á ebillett.fo fyri 300 kr. Um atgongumerki eru eftir, verða tey seld við dyrnar fyri 350 kr.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder