Vinna

§52a-fyrispurningur til Henrik Old um Als

...

2018-02-15 12:08 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Bill Justinussen setir ein §52a-fyrispurningur til Henrik Old, landsstýrismann

1. Er Landsstýrismaðurin vitandi um, at ALS roknar og krevur inn Als-gjald av B-inntøku frá løntakarum?

2. Um so er, hvørji heimild verður hetta gjørt við?

3. Og hvussu eru hesir borgararnir tryggjaðir?

Viðmerkingar

Tað er komið til mín kunnleika, at ALS er farin undir at senda rokningar fyri Als-gjald til løntakarar sum hava útlendskan arbeiðsgevara og sostatt B-inntøku. ALS-gjaldið er útroknað sum tvær ferð 1,25% av B-inntøkuni: ???Als-gjald 1,25% lønt.??? og ???Als-gjald 1,25% arbg.???

Í Als-lógini eru bert 2 møguleikar hjá løntakarum at verða tryggjaðir.

Kravd trygging av A-inntøku eftir § 7 Als-lógini

Í § 8 í Als-lógini er ásett at ???Gjaldið til Arbeiðsloysisskipanina, ..., verður roknað av øllum A-inntøkum???.

Í §15 í Als lógini er ásett at ?????trokningargrundarlagið er móttikna A-inntøkan seinastu 12 mánaðirnar, áðrenn arbeiðsloysið er staðfest???.

Tá løntakari er tryggjaður eftir kravdu tryggingini verður goldið av A-inntøku og útgjaldsgrundarlagið er somuleiðis A-inntøka. Talan er um løntakarar sum ikki hava A-inntøku og tí er eitt krav eftir reglunum um kravda trygging uttan heimild í Als-lógini. Og skuldi løntakarin haft brúk fyri tryggingini, er heldur eingin heimild at gjalda arbeiðsloysistrygging, tí løntakarin hevur onga A-inntøku, sum kann vera grundarlag undir útgjaldinum.

Sjálvboðin trygging sb. kunngerð við heimild í §13 í Als lógini.

Í § 3 í kunngerðini er ásett at ???Gjaldið til sjálvbodnu tryggingina er kr. 3.000 árliga???

Í § 6 í kunngerðini er ásett at ???Tó verður útrokningargrundarlagið móttikna lønarinntøkan, sum ikki er A-inntøka eftir skattalógini???

Hesin møguleikin fyri trygging er beinleiðis ætlaður teimum løntakarum, sum annars ikki kunnu koma undir Arbeiðsloysistryggingina §13 ???Stýrið kann í kunngerð áseta nærri reglur um, at persónar, sum annars ikki hava møguleika at koma undir Arbeiðsloysisskipanina, eftir egnum ynski tekna trygging og koma undir arbeiðsávísingina???

Tá løntakari er tryggjaður eftir kunngerðini, verður goldið eitt fast árligt gjald og útgjaldsgrundarlagið er móttikna lønarinntøkan, sum ikki er A-inntøka.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder