2014-10-02 18:18
Tað er í kvøld at fólkini hjá Sea Shepherd fara av landinum. Lamya Essemlali, skrivar á Facebook bólkinum hjá fronsku deildini, at tað er í kvøld at liðið hjá Sea Shepherd fer av landinum.
Átakið hjá Sea Shepherd, hevur vart í næstan tríggjar og ein hálvan mána. Víðari skrivar hon, at enn vita tey ikki, hvussu tað verður við teimum trimum bátunum, sum løgreglan tók frá teimum tá ið grindin var á Sandi. Í dag er hoyring um bátin Spitfire, sum er báturin, ið rak springarnar út aftur, sum vóru útfyri Hvítanesi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald