2016-05-10 12:45
Fleiri spennandi útlendsk og nøkur av teimum best umtóktu føroysku tónleikanøvnunum fara á pall í gongugøtuni í Havn leygarkvøldið 23. juli, tá Tórshavnar Ítróttarráð fyri triðju ferð skipar fyri Tórsfest.
Tórsfest var hildið fyrstu ferð í 2014, tá Micheal Learns to Rock og Infernal vóru høvuðsnøvn. Síðsta ár vóru tað Pretty Maids og Basshunter, sum settu ólavsøkuna í gongd.
Og leygarkvøldið fyri ólavsøku í ár verður so gongugøtan í Havn aftur fylt við tónleiki og veitslulag, tá bæði útlendsk og føroysk nøvn fara á pallin, ið verður settur upp niðast í gongugøtuni. Talan er um eina nýggja fólkaveitslu mitt í Havnini beint fyri ólavsøku.
Í ár hevur tað eydnast at fáa vælumtókta danska bólkin Saybia at vera eitt av høvuðsnøvnunum. Saybia gjørdist veruliga kendir í 2002 við fløguni ???The Second You Sleep???, og bleiv tann fyrsti danski bólkurin, sum fór beinleiðis inn á eitt fyrstapláss við síni fyrstu útgávu. Serliga tittullagið ???The Second You Sleep??? gjørdist eitt stórt hitt, ikki bara í Danmark, men eisini í fleiri øðrum londum. Eisini lagið ???The Day after Tomorrow??? kláraði seg stak væl.
Saybia vann prísin ?????rets danske album??? og ?????rets danske gruppe??? á Danish Music Awards 2003, og forsangarin Søren Huss bleiv valdur til ársins danski sangari. Í 2004 gav Saybia fløguna ???These Are the Days??? út, sum eisini seldi sera væl. Serliga lagið ???I Surrender??? gjørdist eitt stórt hitt.
Saybia eru eisini vælumtóktir uttan fyri Danmark og hava verið á konsertferðum í Europa, USA og Japan. Nú verður so møguleiki at hoyra teir í gongugøtuni í Havn, leygarkvøldið 23. juli.
Umframt Saybia verða eisini ein rúgva av øðrum bólkum á skránni á Tórsfest. Longu nú er kunngjørt, at bæði Týr og Marius fara á pall, og komandi tíðina verða enn fleiri føroysk og útlendsk nøvn avdúka.
Á Tórsfest verður eisini spæliland og tiltøk fyri børn á skránni um dagin, meðan stóru konsertirnar verða um kvøldið.
Forsølan av atgongumerkjum til Tórsfest 2016 byrjar mikudagin 11. mai kl. 10.00, har tey fyrstu 300 atgongumerkini verða sett til sølu í Kunningarstovuni í Havn og á ebillett.fo fyri bara 290,- kr. + ómaksgjald á ávíkavist 10 kr. og 20 kr. Tórsfest er ókeypis fyri børn til og við 13 ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald