
Nú er Savnsfagnaður á Tjóðsavninum og húsið er fult av spentum og forvitnum børnum og familjum teirraKom innar og uppliv spennandi framsýningina, granskarasøgur, barnasjónleik, skattaveiðu, navnakapping og ert tú heppin, kanst tú hvønn dag vinna eina ógloymandi ferð út í Tindhólm við allari familjuni. |
![]() | |
12 ára gamli Hans og lítlibeiggin Kristian koma í neyð av tí ónda og sterka bóndasoninum, ið noyðir Hans við til útróðrar, hóast huldufólkini hava ávarað um illveður. Bóndasonurin vil ikki lurta, og tað dámar huldufólkunum ikki ??? |
Skráin á Tjóðsavninum í heystfrítíðiniAllan dagin: Stuttleika tær við ST??RA uppgávuheftinum Kl. 11 Tjóðsavnið letur upp Kl. 11.15 Hjálmar Dam lesur huldusøgu Kl. 13 Dagsins granskarasøga Kl. 15 Sjónleikurin ???Huldufólk??? Kl. 15.30 Lutakast. Dagsins vinnari av familjuferð út í Tindhólm verður funnin Kl. 16 Tjóðsavnið letur aftur |
![]() | |
Vinn familjuferð út í TindhólmVinn eina ógloymandi ævintýraferð út í Tindhólm saman við allari familjuni. Fyll út lutaseðilin og ver við í kappingini um 5 dagsútferðir út í Tindhólm í mai ella juni 2019 fyri familjuna (5 fólk) Vinnarin verður drigin hvønn dag kl. 15.30 á Tjóðsavninum í Brekkutúni |
![]() | Navnakapping: Hvussu eiti eg?Hey, eg eri ein huldugenta. Hagin er mítt spælipláss og besti vinur mín er ein hvítravnur. Eg eri djørv, dámi væl at arga, og so eri eg forvitin og serliga áhugað í menniskjaheiminum. Men eg mangli eitt navn Kom á Tjóðsavnið við tínum uppskoti og ver við í kappingini um eitt gávukort á 500 krónur til savnsbúðina |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald