Heystfrítíð er í døgunum frá 10. til 14. oktober, og hópur av tiltøkum verða á Tjóðsavninum, Listasavninum og Sjósavninum, eins og í Norðurlandahúsinum og í SMS. Her kunnu ung og gomul forvitnast, spæla og hava tað stuttligt.
Tjóðsavnið í Brekkutúni í Hoyvík
www.savn.foogwww.jardfeingi.fo
Hvat spældu børn við í fornøldini? Hvussu broytast djór og plantur? Hvørjar telefonir høvdu vit fyrr? Tjóðsavnið bjóðar til stuttligar og læruríkar uppgávur um broytingar. Hygg eftir kyktum, sum eru hervilig at hvørva. Síggj filmar um hamskifti og veðurlagsbroytingar.
Tjóðsavnið er opið í heystfrítíðini, mánadag til fríggjadag, kl. 11-16. ??keypis atgongd.
Listasavnið í Gundadali
www.art.fo
Á Listasavninum kanst tú skapa tína egnu standmynd úr endurnýtslutilfari við listamanninum Jón Sonna Jensen. Hvønn dag kl. 11.30 og 13.30 verður verkstaður við Jón Sonna, har tú kanst royna teg sum listafólk og skapa trídimensionellar lutir úr pappíri, latex, skervi, ull og viði. Eisini er Listaveiða og uppgávur á savninum allan dagin.
Listasavnið er opið í heystfrítíðini, mánadag til fríggjadag, kl. 11-16. ??keypis atgongd.
Sjósavnið á Argjum
www.sjosavn.net
Høgguslokkurin við teim átta ørmunum og myrki havállurin eru klár til heystfrítíðina. Smáu taralongurnar liva saman við slangustjørnum, sum spentar fara upp at dansa og gartera, tá taralongurnar fáa at eta. Sjólívið á Argjum er fyri allar forvitnar sálir.
Sjósavnið er opið í heystfrítíðini, mánadag til fríggjadag, kl. 11-16. Hálvt atgongugjald.
Norðurlandahúsið
www.nlh.fo
Framsýning og tiltøk fyri børn við støði í ymsum heimsmentanum. Vit læra um India, Turkaland og Russland gjøgnum myndir, uppgávur, rørslu, spøl og tónleik.
Heystfagnaður í Norðurlandahúsinum mánadag til hósdag, kl. 10-17. ??keypis atgongd.
SMS
www.sms.fo
Aftur í ár skipar SMS fyri heystfagnaði á torginum um alt tað forvitnisliga, sum hevur við heystið at gera. Spennandi uppgávur, upplivingar og tiltøk fyri børn.
Heystfagnaður í SMS, týsdag til fríggjadag kl. 10-17.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald