2017-10-02 19:44
Í dag skuldi eftir ætlan verða fimm komur og fimm fráferðir um Vága Floghavn, tað hevur verið eitt fitt lot í dag, og tað gjørdi at SAS valdi at avlýsa sín túr úr Keypmannahavn til Føroyar í dag. SAS hevur annars gjørt av at ikki flúgva týsdag og mikudag í vetur, men hava sett ein túr inn í morgin, so at teirra ferðafólk, sum ikki sluppu til Føroyar í dag sleppa til Føroyar í morgin.
Allar komur og fráferðir hjá Atlantic hava verið til tíðina í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald