Sunnukvøldið 28. mai kl. 19, verður eitt heilt serligt ???syngið við??? - kvøld í Siloa í Fuglafirði saman við ??ssuri Berghamar og konu hansara, Susan.
Hetta verður ein fagnaðarløta fyri ??ssuri Berghamar, sum fylti 75 ár í február, og endamálið er at lovsyngja Harranum ígjøgnum orð og løg, sum ??ssur hevur gjørt.
??ssur Berghamar er kendur frá Kristnastovu í Keypmannahavn og sínum trúfasta arbeiði millum lesandi føroyingar í Danmark og vitjanartænastuni millum sjúklingar á Ríkissjúkrahúsinum.
??ssur Berghamar hevur frá ungum av nýtt sínar serligu gávur at yrkja, týða og at gera løg. Hann hevur sungið seg inn í hjørtuni á føroyingum, og sangir hansara verða nógv sungnir í samkomunum og ikki minst millum tey ungu.
Á fagnaðarløtuni verður nógvur felagssangur, men eisini nakrar framførslur við kór- og solosangi.
Aftaná sangløtuna verður ein drekkamunnur at fáa.
Komið og syngið við!
??ll eru hjartaliga vælkomin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald