Mentan

Sangløta í Sandavágs kirkju

...

2019-03-02 09:10 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Leygardagin 9. mars verður ein sangløta við Tórshavnar kamarkóri í Sandavágs kirkju.

Kórið er í Sandavági og venur hendan leygardagin og sungið verður úr komandi konsertskrá, umframt ymiskt ið hevur verið á skrá seinastu tíðina.

Kórleiðari er Bernharður Wilkinson.

Sangløtan byrjar kl 17 og er í umleið ein hálvan tíma.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder