Mentan

Sangløta í SALT á Drelnesi leygarkvøldið

...

2019-02-22 15:03 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Leygarkvøldið 23 februar kl 21:00 skipar sangbólkurin VITIN úr Klaksvík fyri sangløtu í SALT á Drelnesi.

Sangbólkurin VITIN er kendur í kristiligum høpi fyri at skipa fyri ???SYNGIÐ VIÐ??? tiltøkum í ítróttar- og samkomuhallum og annars syngja til kristilig møti o.a.Bólkurin byrjaði at syngja saman í 2001 og var øll tey mongu fyrstu árini sera virkin og skipaði fyri fleiri stórum sangtiltøkum hvørt ár. Bólkurin hevur sungið í flest øllum ítróttar-og samkomuhøllum kring landið harímillum fleiri ferðir í ítróttarhøllini í Trongisvági.Sangúrvalið, sum bólkurin syngur og spælir eru mest kendir kristiligir sangir og sálmar, ílætnir ein lættan tónleikaligan búna, umframt sangir yrktir serliga av Levi Joensen við lagi eftir Torkil Mørkøre.Í sangbólkinm VITANUM eru:Dávur Johannesen, sang og basguitarGuttorm Matras, akustisk guitarJóan Petur Hansen, el-guitarJógvan Høj, sangJóhan Páll Joensen, sangPetur Vitalis, sangPætur Gerðalíð, trummurTorkil Mørkøre, sang og tangentar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder