Seinastu fýra árini hava Føroya kendasti festivalur og bryggjaríið Okkara samstarvað ígjøgnum eina stuðulsavtalu. Avtalan er nú longd í fýra ár afturat, og hetta merkir, at ølið hjá bryggjarínum á Velbastað eisini verður at fáa í Gøtu undir teimum komandi fýra G! festivalunum.
Í dag hava umboð fyri G! og bryggjaríið Okkara undirskrivað eina samstarvsavtalu, sum merkir, at ølið hjá Okkara framhaldandi verður at fáa komandi fýra árini undir G! festivalinum, eins og tað hevur verið síðani 2014, tá fyrsta avtalan millum partanar varð undirskrivað.
Tað vóru nevndarformaðurin í G!, Bogi Andreasen, og sølustjórin í Okkara, Petur Petersen, sum undirskrivaðu og harvið longdu samstarvið millum partarnar.
- Samstarvið okkara millum hevur eydnast avbera væl hesi árini. Sum ølframleiðari eru vit tí sera fegin um at fáa møguleikan at halda fram at arbeiða saman við elsta og kendasta festivali í landinum. Fyri vørur okkara hevur tað verið og verður framvegis eitt pluss fyri okkum sum fyritøku at sleppa at vera ein partur av kveikjandi tónleikaumhvørvinum í Gøtu, sigur Petur Petersen, sølustjóri í Okkara.
Sum vera mann fegnast eisini nevndarformaðurin í G! um, at avtalan við Okkara er longd í fýra ár afturat.
- Talan er um eina góða stuðulsavtalu, sum vit hava havt seinastu fýra árini, og tí fegnast vit stórliga um at hava fingið møguleikan fyri at halda fram.. Í Okkara hava vit fingið ein samstarvsfelaga, sum ikki einans letur drykkjuvørur til festivalin, men eisini er ein aktivur viðspælari. Tað eru vit sera fegin um, sigur Bogi Andreasen.
Í Okkara hava tey ongantíð verið í iva um, at tað var ein rættur vegur at fara, tá samstarvið varð tikið upp við væl umtókta festivalin, og tí ynskti fyritøkan sjálvandi at leingja avtaluna.
- Ein slík avtala er rættiliga nærliggjandi og viðkomandi fyri tveir partar sum Okkara og G!, og vit eru tí ómetaliga fegin um at kunna halda fram við væl eydnaða samstarvinum, sigur Petur Petersen, sølustjóri í Okkara.
Avtalan merkir, at allar drykkjuvørur, sum vera at fáa undir G! komandi fýra árini, framhaldandi verða veittar frá Okkara.
Ársins G! festivalur í Syðrugøtu fer fram í døgunum 11.-14. juli.
Mentan
Samstarvið millum G! og Okkara heldur fram
...
2018-07-06 20:00
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald