Norðurlandahúsið og Samskip hava lagt lunnar undir nýtt samstarv, sumstuðlar undir flutningi av list til Føroya og úr Føroyum.
Norðurlandahúsið hevur m.a. sum endamál bæði at fremja Norðurlendska list ogmentan í Føroyum og føroyska list og mentan uttanlands ??? fyrst og fremst í hinumNorðurlondunum.
???Samstarvið við Samskip fer at gera tað munandi lættari hjá Norðurlandahúsinum atrøkka okkara endamáli við tað, at tað verður bæði høgligari og bíligari at flytalistaverk, pallmyndir, útgerð o.a. bæði inn í landið og út í heim??? sigur SifGunnarsdóttir, stjóri í Norðurlandahúsinum.
Kervið hjá Samskip fevnir um allan heim, og úr Føroyum er beinleiðis samband tileitt nú Íslands, Danmarkar, Svøríkis og Bretlands.
Sjúrður Johansen, stjóri í Samskip, er sera fegin um samstarvið: ???Vit vóna, atsamstarvið lættir um teirra logistisku uppgávur, soleiðis at meira orka verður atgeva okkum føroyingum góðar og ríkar upplivingar.???
Samstarvið verður sjósett til Land í eygsjón: Heja Sverige!, sum verður íNorðurlandahúsinum 23.-30. september.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald