Vinna

Samleikatrygging við í Innbúgvstryggingini

...

2017-12-16 10:47 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Innbúgvstryggingin í Betri verður nú víðkað og dekkar eisini tín samleika. Hetta merkir, at tú og familjan kunnu fáa hjálp, um tit koma út fyri samleikastuldri. Samleikatryggingin er sjálvvirkandi partur av tíni Innbúgvstrygging ??? uttan eyka kostnað.

Við Samleikatryggingini ber til at fáa hjálp, um tín samleiki verður misnýttur til t.d. at søkja lán, stovna telefonhald ella bíleggja vørur uttan títt samtykki. Eisini kunnu vit hjálpa tær, um onnur nýta tín samleika á netinum, eitt nú á sosialu miðlunum.

Samleikatrygging fevnir um:

  • Fyribyrging av stuldri
  • Uppdaging av stuldri
  • Avmarking av stuldri
  • Netrudding

???Vit ynskja at kundar okkara skulu kenna seg tryggar í dagsins samfelag. Samleikastuldur er tíbetur ikki nógv útbreiddur í Føroyum, men hevur vundið uppá seg seinnu árini, og tí hava vit valt at bjóða okkara kundum hesa trygging???,sigur Ingunn Eiriksdóttir, stjóri í Betri Trygging.

Um tú hevur tørv á hjálp í sambandi við samleikastuldur, kanst tú ringja til okkum á tel. 345600 ella skriva til[email protected]. Samleikatryggingin verður veitt í samstarvi við Affinion International.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder