Mentan

Sámal Tróndur fyribils leiðari á Landsbókasavninum

...

2016-08-11 23:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tann 1. august tók Sámal Tróndur Finnsson Johansen við sum fyribils leiðari á landsbókasavninum, nú leiðarin seinastu 5 árini fer frá fyri aldur.


Fyribils setan hansara verður meðan eftirmeting av Søvnum Landsins, sum Fíggjarmálaráðið hevur sett í verk, verður gjørd. ??tlanin er at lýsa starvið leyst, tá eftirmetingin er liðug og støða tikin til hana.

Sámal Tróndur hevur drúgvar royndir sum leiðari og hevur eisini leiðaraútbúgving. Sámal Tróndur heldur fram sum leiðari á Landsskjalasavninum ta tíðina, hann er leiðari á Landsbókasavninum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder