Mentan

Sámal Toftanes í Gamla Seglhúsinum

...

2016-12-07 08:43 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Hósdagin 8. desember 2016 letur upp listaframsýning við Sámal Toftanes í Gamla Seglhúsinum.

Fernisering verður kl. 16:00 og kemurBárður á Lakjuni at syrgja fyri tónleikinum.

Umframt lættari ábit og okkurt leskandi, er tað møguligt at heilsa uppá listamannin sjálvan eisini.

Talan er um eina søluframsýning, sum hongur uppi fram til 22. Desember 2016.

Framsýningin umfatar 21 oljumálningar og er høvuðstema fólkalívsmyndir.

Framsýningin er ókeypis at vitja og øll eru hjartaliga vælkomin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder