Vinna

Sálmasangskvøld í Miðvágs kirkju

...

2018-08-28 11:16 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Mikukvøldið 29. august kl. 19.30 verður sálmasangskvøld í Miðvágs kirkju. Vit koma saman at syngja kvøld- og heystsálmar, Jón Eirik Joensen situr við urguna.


Tiltakið er partur av mentanarvikuni "Vesturskin", men er eisini partur av ætlan, har vit í Vága prestagjaldi fara at koma saman at syngja sálmar í øllum kirkjunum í prestagjaldinum í heyst og vetur. ??ll eru hjartaliga vælkomin. Vit bjóða ein drekkamunn í kirkjukjallaranum í steðginum.

Tiltakið er ókeypis.

Prestarnir og Miðvágs kirkja

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder