Mentan

Safir á Okkara Voxbotn 2022

...

2021-12-03 18:49 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tíðindaskriv

???Eg brúki høgru hvønn einasta dag - Havi enntá Filmnet, men bara mikudag???. Hvør minnist ikki Høgra Jam? Hetta var eitt av teimum heilt stóru hittinum hjá Safir. Løgini hjá Safir vóru sera nógv spæld í útvarpinum síðst í seinastu øld. Tað verðurforkunnugt at hoyra teirra væl klingandi sang og spæl aftur, tá teir trína á pallináOkkara Voxbotn 25. juni 2022.
Bólkurin Safir hevur sín uppruna í 1995, táJanus Trúgvason og Tór Verland Johansen hittust á Café Natúr.Janus ætlaði at melda seg til Prix Føroyar og sóknaðist eftir einum at syngja aðrurødd. Tór Verland segði, at hann ikkibaratímdi at syngja, men um hann slapp at taka cello´ina við, so var tað ein heilt onnur søk. Hetta helt Janus verða eitt frálíkt hugskot, og Safir sá dagsins ljós.

Safir vóru við í Prix Føroyum í 1995 og spældu nógvar konsertir í tíðarskeiðnum 1995 til 1998. At Safir vóru væl dámdir vitnar fløga teirra um. Fløgan kom út í 1996, og seldu teir áleið 2000 eintøk, ið er stak nógv í føroyskum høpi. Í 1998 fluttu teir til ávikavist Keypmannahavn og ??rhus, og tí komu ikki fleiri løg frá Safir. Síðan tá, hava teir bara hendingaferðir staðið á palli saman aftur, og tí gleða vit okkum almikið at hoyra tey góðu og stuttligu løgini aftur á Okkara Voxbotn 2022.

Frammanundan er greitt atDizzy Mizz Lizzy, Hugorm og Tungewaag eisini fara atframføra á Okkara Voxbotn25. juni2022.

Keyp atgongumerki beinanvegin, tí vit vænta, at tað verður totalt útselt! Atgongumerki fáast í forsølu fyri kr. 695 á ebillett.fo

Okkara Voxbotn 2022 í samstarvi við Effo, Atlantic Airways, SMS, BankNordik, Posta, Eta, Bilrøkt, Okkara, Power, Sisu og Nema

Vinarliga

Voxbotn

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder