Føroya Ríðingarfelag:
Tað verður fleirfaldi føroyameistarin í tvíspor, leyningurin Zacharias R Jakobsen sum skal ríða fremst og bera flaggið tá ólavsøkan verður sett hósdagin,
Zacharias R. Jakobsen hevur riðið frá smádrongi av, hann sigur at har vóru fleiri ross í bygdini og tey høvdu eisini sjálvi ross. Hann byrjaði tó ikki at ríða kapp fyrr enn hann var 25 ár og hevur nú riðið kapp í áleið 30 ár. Zacharias R. Jakobsen er eisini í nevndini hjá Ríðisamband Føroya, har hann er næstformaður.
Orsøkin til at Zacharias R. Jakobsen ríður fremst í ólavsøkuskrúðgonguni er at hann og hesturin Fúsi vunnu FM í Tvíspor vaksin seinasta ár. Tí er hann biðin av Føroya Ríðingarfelag um at vera flaggberi. Hann fer tó ikki at nýta Fúsa til skrúðgonguna, men ein hest ið er nevndur Snarpur. Hetta av tí at Snarpur er róligari hestur og helst tolir buldrið á vaglinum betri enn Fúsi
Snarpur er vakur 12 ára gamal hestur av slagnum íslandsross, Zacharias R. Jakobsen hevur átt hestin frá hann var 4 ára gamal.
??lavsøkuskrúðgongan byrjaði í 1941, tað vóru reiðfólk ið skipaði fyri. Hetta árið gingu skotskir sekkjapípublásarir á odda. Skrúðgongan fór av vaglinum út á Velbastaðvegin har riðið var kapp.
Seinni bleiv hetta afturvendandi tiltak har øll ítróttarfólk luttaka og hetta fer nú fram ólavsøkuaftan tá ólavsøkan verður sett.
Kappríðingin hjá Føroya Ríðingarfelag er ólavsøkudag kl 14. Tað eru nógv fólk, sum hava tað sum fastan tátt at fara niðan í Marknagil til hetta søguliga tiltak.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald