Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Rúnavíkar kommunu, skrivaði undir avtalu viðrættindafelagsskapin Fjølrit tann 29. juni 2018. Rúnavíkar kommuna er sostatt fyrstakommuna, ið skrivar undir, og við hesum er nú tryggjað, at skúlar og stovnar í Rúnavíkarkommunu lógliga kunnu avrita og talgilt býta út tilfar, sum tey nýta í undirvísing ella tilinnanhýsis nýtslu uttan at skula biðja hvønn einstakan høvund, tónaskald ella myndlistafólkum loyvi frammanundan. Samstundis er avtalað, at kommunan fer at rinda listafólkunum fyrinýtsluna av teirra verkum eins og hevði talan verið um at keypa frálærubøkur.
??lógligt at taka avrit og framleiða eyka eintøk
Sambært galdandi lóg um upphavsrætt er ikki loyvt at avrita ella á annan hátt framleiða fleirieintøk av einum verki til annað enn egið brúk. Er avtala um nýtslu gjørd við Fjølrit, fæst loyviat framleiða fleiri eintøk og nýta verk til undirvísing, skeiðvirksemi og líknandi.
4. august 2017 gjørdi Mentamálaráðið avtalu við Fjølrit um nýtslu av vardum verkum ámiðnámi, hægri útbúgvingum og próvstovuni. Tey hava sostatt loyvi at taka avrit av einaristuttsøgu, mynd ella kanska einum nótaverki og býta út til næmingarnar, tá ið tørvur er á atnýta tilfar út yvir vanligu frálærubøkurnar.
Skúlar og stovnar í Rúnavíkar kommunu kunnu nú eisini á lógligan hátt framleiða eintøk aveinum verki til innanhýsis nýtslu ella sum undirvísingartilfar, og er kommunan við hesum viðtil at gera atgongdina til undirvísingartilfar betri og samstundis bøta um arbeiðskorini hjálistafólkunum.
Rættvíst nýtslugjald
Upphavsrættarlógin ásetir, at tann, ið hevur framleitt verkið, hevur rætt til viðurlag.Hugburðurin eigur at vera: Eingin nýtsla við ongum viðurlagi! Ein og hvør vøra kostar atframleiða og onkur má gjalda, skal framleiðslan halda fram.
Summi bera fram, at hesin hugburður gongur ímóti tí, sum ES arbeiðir fyri: Fríari atgongd tilvitan og mentan. (Digital Single Market / DSM). Tað er tó tvørturímóti. Júst tað, at goldiðverður viðurlag fyri nýtslu er neyðuga grundarlagið fyri, at nýggj verk kunnu verða framleidd.Valla hevði nakar biðið ein lærara, húsasmið ella politikkara arbeitt ókeypis.
Sambært avtalunum, sum Fjølrit hevur gjørt, rinda skúlar og stovnar tó ikki eina ávísanupphædd fyri hvørt eintak, teir framleiða, men eina upphædd per næming/starvsfólk. Nøgdinav avritum er sostatt ikki avgerandi fyri, hvussu nógv skúlar og stovnir skulu rinda eftir hesumfrymli. Avgerandi er tó, at Fjølrit fær at vita, júst hvat og hvussu nógv skúlar og stovnir havaframleitt, so at viðurløgini verða býtt rættvíst út til einstøku listafólkini.
Við einari avtalu við Fjølrit fæst rættur at nýta upphavsrættarvart tilfar og við at rinda fyrinýtsluna er avtalupartnarin við til at løna føroyskum listafólkum og á tann hátt styrkjaføroyska list og mentan.
Gongdin
Upprunan til Fjølrit er Ljósritagrunnurin, ið varð settur á stovn í 1986. Tøkniliga menninginhevði við sær, at nærum ein og hvør skjótt og lætt kundi taka avrit av einum teksti ella einimynd. Tað var hent og spardi bæði skúlar og næmingar fyri útreiðslur til undirvísingartilfar.Men tað hevði eisini við sær, at rithøvundarnar seldu færri bøkur ??? teirra inntøkugrundarlagminkaði.
Ljósritagrunnurin varð tískil settur á stovn fyri at tryggja, at skúlarnir rindaðu eina upphæddfyri hvørt avrit, ið varð tikið, og at peningin kundi koma listafólkunum til góðar. Í 1992 broyttiLjósritagrunnurin navn til Fjølrit. Tøkniliga menningin hevði nú við sær, at nú varð althugsandi avritað heldur enn at keypa verk. Framleiðslan varð alsamt fjølbroyttari, og nú bartil at senda tekst, mynd og annað talgilt.
Lóggávan á upphavsrættarøkinum var gamla danska lógin um upphavsrætt frá 1961. Í mars2001 legði Tórbjørn Jacobsen, sum tá var mentamálaráðharri, fram eitt uppskot um atdagføra upphavsrættarøkið. Hetta hevði í fyrsta umfari við sær, at gamla lógin varð skift útvið donsku lógini um upphavsrætt frá 1995. Við smávegis broytingum og tillagingum tilføroysk viðurskifti varð henda lóg sett í gildi í desember 2001.
Í 2010 varð málsøkið Upphavsrættur so yvirtikið sum føroyskt málsøki og hereftir varð fariðundir at smíða føroyska lóg. Tað er við grundarlagi í § 40 stk. 1 í løgtingslógini umupphavsrætt frá 30. apríl 2015, at Fjølrit er góðkent sum felagsskapur at umsita rættindivegna føroyskar rithøvundar, tónaskøld, fotografar, miðlafólk, myndlistafólk og forløg.
Framtíðarútlitini
Fyrstu skúlarnir hava longu goldið fyri sína nýtslu skúlaárið 2017/2018 og verður nú fariðundir at skráseta, júst hvørji verk eru vorðin nýtt, og hvør ið hevur rættindini, áðrennpeningurin kann verða goldin røttu viðkomandi. Væntast kann, at hetta fer at taka drúgva tíðat fáa alt í rættlag, men um eitt til tvey ár, fer alt at rigga eftir føstum mannagongdum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald