
Runavíkar Kommuna yvirtók um ársskiftið Kunningarstovuna í Runavík. Kunningarstovan fer í sambandi við umskipanina, eisini at virka undir heitinum Visit Runavík, sum er ein stytting fyri Runavíkar kommunu.
Visit Runavík er sett á stovn við tí høvuðsendamáli at menna og birta upp undir ferðavinnu sum vinnu, fyri at skapa mentanarligar upplivingar í økinum og til tað at veita eina góða tænastu til borgaran í kommununi, gestir í Føroyum og ferðafólk sum heild.
Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, vísir á, at Runavíkar kommuna fegin vil taka ábyrgd og raðfesta ferðavinnumenning í økinum. Fyrsta stig á leiðini er at yvirtaka Kunningarstovuna, sum sostatt fer úr samstarvinum við økisfelagið, Ferðavinnan í Eysturoy. Hin 27. oktober 2016 tók býráðið einmalt støðu fyri hesum, at skipa Kunningarsovuna/Visit Runavík sum eina sjálvstøðuga eind frá og við 1. januar 2018.
Hóast hetta stigið, er tað framvegis neyðugt at samskipa ferðavinnuna í økinum. ???Um vit skulu røkka málinum um eina burðardygga ferðavinnu, má kommunan seta átøk í verk, menna ferðavinnutilboð og framleiða kunningartilfar, soleiðis, at vinnan í økinum fær góðar karmar og fær virkað so skynsamt sum til ber???, sigur Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri.
Visit Runavík hevur fingið nýggjan samleika og arbeiðir í løtuni við at menna ymiskt kunningartilfar. Visit Runavík húsast í Ráðhúsinum hjá Runavíkar kommunu og er mannað við einum leiðara og tveimum starvsfólkum. Leiðari fyri Visti Runavík er Marjun Niclasen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald