Mentan

Runavík: Jólatrøini verða tendrað

...

2021-11-22 15:14 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Jólatrø verða tendrað

Jólatrøini í Runavíkar kommunu verða tendrað umleið fýra vikur undan jólum og hetta verður m.a. hátíðarhildið við tónleiki og røðum. Brandbilurin við øllum jólamonnunum vitjar og hava teir jólapakka til børnini. Í ár verða jólatrøini í kommununi tendrað 27. og 28. november. Nes Sóknar Musikkfelag spælir til tiltøkini, har jólatrøini verða tendrað.

LEYGARDAG 27. NOVEMBER

16:30 Jólatræið tendrar og brandbilurin vitjar í Runavík. Magnus Rasmussen heldur røðu.

18:15 Jólatræið tendrar og brandbilurin vitjar á Skála. Birna Mikkelsen heldur røðu. Jól á Gamlavegi letur upp kl. 14.00.

19:00 Jólatræið tendrar og brandbilurin vitjar í Skálafirði. Georg eystan Á heldur røðu.

19:45 Jólatræið tendrar og brandbilurin vitjar í Oyndarfirði. Bingerð Fosságil heldur røðu.

SUNNUDAG 28. NOVEMBER

14:30 Brandbilurin vitjar í Rituvík.

15:00 Brandbilurin vitjar í Lamba.

15:30 Jólatræið tendrar og brandbilurin vitjar í ??ðuvík. Meinhard Bjartalíð heldur røðu. Jólabygdin í ??ðuvík tendrar aftaná.

16:15 Jólatræið tendrar og brandbilurin vitjar í Søldarfirði. Henning Bøgesvang heldur røðu.

17:00 Jólatræið tendrar og brandbilurin vitjar í Funningsfirði. Gerhard Jónsson Mikkelsen heldur røðu.

17:45 Jólatræið tendrar og brandbilurin vitjar í Elduvík. Gerhard Jónsson Mikkelsen heldur røðu.

18:30 Jólatræið tendrar og brandbilurin vitjar í Funningi. Sigmar Bláberg heldur røðu.

Serstaka Jólabygdin í ??ðuvík, ið altíð skapar lív, hugna og jólagleði hjá teimum vitjandi tendrar 27. november. Hanusarstova í ??ðuvík hevur café og jólasølu. Komandi tíðina leggjast onnur jólatiltøk afturat, millum annað vitjar Jólaskipið í Runavík 11. desember eins og Bókasavnið við Løkin skipar fyri tiltøkum.

Fylg við, nær ymsu jólatiltøkini verða á heimasíðuni hjá Visit Runavík ella á facebookvanganum ???Jól í Runavíkar kommunu???.

Visit Runavík

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder