Mentan

Ruddingardagur í Vága kommunu

...

2016-05-25 08:14 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Ruddingardagur verður í Vága kommunu leygardagin tann 28. mai 2016.

Vit møtast kl. 09.00 morgunmat.

Tey í Vatnsoyrum møta við fríøkið.
Tey í Miðvági møta í Miðgarði.
Tey í Sandavági møta í Sóljugarði.

Summi rudda og summi planta frá umleið kl 10.00 til 12.00.

Vit rudda í høvusheitum úr áum og veitum í øllum trimum bygdunum.

Planta verður í kommunalbed og blomsturkassar.

Kl. 12.00 samlast øll á skúlanum á Giljanesi til grillmat.

Borgarstjórin handar heiðursbræv til borgarar, sum hava gjørt stórt ósjálvsøki arbeiði í kommununi.

Aftaná verður kunnað um tilbúgving.
Vit læra at sløkkja eld.
Vit læra at brúka hjartastartarar.
Børnini sleppa at síggja sløkkibilar og royna at spula.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder