Leygardagin 27. mai verður árligi ruddingardagurin.
Kl. 09.00: Mogunmatur í Glæmuni, skúlanum í Leynum og á Válinum
Bygdafólkið á Skælingi, á Stykkinum og í Leynum møta í skúlanum í Leynum
Kl: 09.30 verður byrjað at rudda.
Kl: 12.00 møtast fólk aftur til suppu. Eftir hetta verða plantupakkar og útflýggjaðir til tey, ið hava luttikið á ruddingardegnum. Eins og undanfarnu ár verður sniglaeitur útflýggjað.
Vónandi fáa vit ein góðan dag saman og somuleiðis eru við til at halda kommununa reina og rudduliga.
??tlanin við degnum er, at bygdafólkini saman fáa felagsøkini ruddilig. Tað er ikki ætlanin við degnum at rudda ella innheinta privat rusk.
Í sambandi við dagin hevur ruskplássið opið frá kl. 12.00 til 18.00
Meira kunning um Kvívíkar kommunu kunnu lesast áwww.kvivik.foella á vangamyndini á facebook (Kvívíkar kommuna).
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald