Fyri nøkrum døgum síðani lýsti RÁS 2 við, at ??li Breckmann, fyrrverandi løgtings- og fólkatingsmaður, skuldi skipa fyri kjaki um hetta uppáhaldið, at Føroyar verða avkristnaðar.
Í umrøðuni varð borið fram ymiskt um rótloysi, vantandi kristni-frálæru, og árin uttan úr heimi fekk eisini skuldina.
Men man orsøkin til hetta rákið ikki vera nógv einfaldari?
Børn og ung hoyra og síggja fyri sær, at tey, sum sita á ovastu politisku rókunum, verja, at alt tað, sum kristindómurin sigur seg bera í skjøldri sínum, verður skúgvað til viks.
Tak bara boðini:
???Tú mást ikki hava aðrar gudar enn meg???, hetta er 1. boð.
Meirilutin á løgtingi tænir einum Gudi: Mammon.
???Tú mást ikki stjala???, hetta er 7. boð.
Meirilutin á løgtingi verjir tjóvar og skálkar.
???Tú mást ikki bera rangan vitnisburð ímóti næsta tínum???, hetta er 8. boð.
Meirilutin á løgtingi verjir lygnina.???
Hetta var gamli sáttmálin. Men Jesus segði einaferð:
???Tú skalt elska næsta tín sum sjálvan teg.???
Meirilutin á løgtingi heldur hánt um samhaldsfesti og stuðlar heldur teimum, sum hugsa: ???Vertin á hvat ið annar fær, eg skal nøra at mær.???
Tjúgu tingfólk mynda henda meiriluta. Ið hvussu so er helmingurin av teimum er javnan at síggja og hoyra á røðarapalli í kristiligum høpi.
At verja stuldur, lygn og mannamun er andstyggiligt.
Tað er tvífalt andstyggiligt, tá ið somu fólk ditta sær at prædika kristindóm fyri øðrum.
Árni Dahl
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald